Hóast tap við trimum málum, 32-29, ímóti Slovenia ivaleyst eigur at vera at liva við hjá teimum í føroysku leguni í Berlin, so eru teir vónbrotnir.
Venjarin Peter Bredssorff-Larsen setti eftir dystarlok orð á vónbrotið um úrslitið í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe hjá Kringvarpi Føroya:
-Í 1. hálvleiki avrikaðu vit ógvuliga væl. Støðan var 13-13 eftir fyrru 30 minuttirnar, men vit høvdu møguleikar at vera frammanfyri við tveimum ella trimum málum. Eftir steðgin mugu vit bara ásanna, at teirra álopsspæl var ov tungt fyri okkara verju, og tað kostaði, staðfesti føroyski venjarin.
Hann hevði bara gott at siga um stóra stuðulin frá teimum fleiri túsund føroysku áskoðarunum í Berlin.
Leygarkvøldið fara Føroyar at spæla í somu høll ímóti Norra. Í kvøld vann Norra lættan og trivaligan sigur ímóti Póllandi. Hálvleiksstøðan var 15-10, og Norra vann 32-21.