Venjarin hjá Bryne er ein nøgdur maður, nú tað er greitt, at norska felagið hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við Noah Mneney, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Fuglafirði.
– Noah er eitt av størstu talentunum í føroyskum fótbólti, og eg síggi fram til at fáa ein leikara inn í hópin, ið er sera gagnligur. Umframt at spæla mitt á miðjuni, kann hann brúkast í miðverjuni ella sum bakkur. Hetta er ein veruligur kríggjari, sum rennur nógv og arbeiðir hart. Hann er sterkur mann móti manni og góður á bóltinum, ljóða rósandi orðini frá venjaranum í Bryne, Kevin Knappen, til heimasíðuna hjá Bryne.
Noah sigur seg vera spentan upp á hendan møguleikan, at spæla fótbólt uttanlands, tí hann ynskir at menna seg sum fótbóltsleikari.
– Eg droymi um at spæla á einum so høgum stigi sum gjørligt, sigur hann við heimasíðuna.
Noah Mneney hevur spælt við Víkingi síðan 2019, men fer komandi trý árini aftur at spæla í reyðum og hvítum í Bryne.
Hann spældi sín fyrsta landsdyst tann 19. november í fjør, tá hann tuskaði runt á eplaveltuni í Pristina allan dystin á tamb í 1-1 javnleikinum millum Kosovo og Føroyar.
Ítróttarstjórin í Bryne er eisini spentur at síggja meira til Noah.
– Hetta er ein ungur spælari, sum kann menna seg heilt nógv. Hann er longu ein góður spælari, men her kann hann menna seg enn meira, sigur Roger Eskelund, ítróttarstjóri í Bryne.
Bryne endaði á einum 11. plássi í OBOS-deildini (næstbestu deildini í Norra, red.) seinasta kappingarár. Nýggja kappingarárið byrjar í apríl.