Danska manslandsliðið í hondbólti hevur fingið HM gullkrónurnar um hálsin, og málverjin og liðformaðurin Niklas Landin hevur fyri triðju ferð á rað tikið ímóti HM steypinum.
Nú verður HM fagnaður fram til einaferð seinnapartin í morgin, tá ið danska landsliðið fer at verða fagnað á ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.
Serfrøðingar halda, at hetta liðið er tað besta landsliðið nakrantíð hjá dønum, sum einaferð áður hava vunnið heiðurskrónur í HM kapping í Svøríki. Tað var í 1967, tá ið Danmark vann silvurkrónur.
Hetta liðið hevur sett fleiri met. Eitt er, at tað ongantíð áður er komið fyri, at eitt landslið hevur vunnið HM tríggjar ferðir á rað. Eitt annað er, at danska landsliðið hevur sett met á tann hátt, at tað ongantíð áður er komið fyri, at eitt lið er farið av vøllinum so ofta, sum hetta landsliðið í HM kappingum.
Frammanundan átti Frakland metið. Frakland hevði vunnið 25 dystir á rað uttan at tapa. Í kvøld spældi Danmark fyri 28. ferð á rað uttan at tapa.
Tað er eisini merkisvert, at danski venjarin Nikolaj Jacobsen ongantíð hevur tapt í HM endaspæli. Hann tók við sum landsliðsvenjari eftir íslendska Guðmund Guðmundsson eftir OL finaluna í 2016, tá ið Danmark vann ímóti júst Fraklandi.