Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur í handlarnar.
Hetta er ellivta árið, ið Vencil verður givin út, og í ár kemur tann 18. Vencilin í røðini.
18.Vencilin er líkur teimum undanfarnu. Hann er fyltur út til breddarnar við góðum skaldskapi á føroyskum. Hesin Vencilin hevur tvey tekstasløg: yrkingar og stuttsøgur. Yrkingarnar eru týddar úr ymiskum málum, og fleiri upprunaføroyskar eru eisini. Alexandur Kristiansen, Agnar Jógvansson, Beinir Bergsson, Heðin M. Klein, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Martin Næs og Rakel Helmsdal hava skrivað yrkingarnar á upprunaføroyskum, og tær týddu yrkingarnar eru eftir Steinn Steinarr, Ron Padgett, Anne Haines og Lope de Vega.
Vagnur Streymoy, Anna Sofía Jørgensen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Emma Annika Thomsen, Vónbjørt Vang, Sámal Soll og Súsanna Tórgarð hava skrivað stuttsøgurnar á upprunaføroyskum, og týddu søgurnar eru eftir Willy Kyrklund, Charlotte Perkins Gilman, Ebbu Hentze, Charlotte Weitze og E.M. Forster. Tveir debutantar eru við. Teir eru Emma Annika Thomsen og Anna Sofía Jørgensen.
Permuna til 18. Vencilin hevur Torbjørn Olsen málað. Hon varð málað í 1994, og varð hon málað til stuttsøguna eftir Ebbu Hentze, sum eitur ”Trappan hjá Robertson”. Tað er Laura Joensen, sum hevur týtt søguna til Vencil.
Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Tá verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin.
Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur úr Vencli 18. verður eisini.
Um onkur vil halda Vencil og fáa hann í postkassan eina ferð um árið, so kann viðkomandi senda ein teldupost til vencil@vencil.fo.