Verljarin er so ónøgdur við førda politikkin hjá Samgonguni, at hevði løgtingsval verið í dag, hevði hon farið í knús.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning hjá Portalinum.
Kanningin vísir, at var løgtingsval í dag, hevði samgongan bara fingið ein góðan triðing av atkvøðunum, ella bara 37,7 prosent av atkvøðunum. Samgongan hevði ikki fingið meiri enn 13 tinglimir.
Myndin er av Portalinum
Hinvegin hevði andstøðan fingið 59,5 prosent av atkvøðunum, ella 20 tinglimir og bara Fólkaflokkurin og Sambandsflokkinum høvdu tilsamans fingið 18 løgtingslimir og kundu sostatt skipasamgongu einsamallir.
Kanningin hjá Portalinum vísir, at stóri sigursharrin er Fólkaflokkurin tí hann fær 29,5 prosent av atkvøðunum og tað eru heili 10,6 prosentstig meiri enn hann fekk á valinum. Fólkaflokkurin hevur seks tinglimir, men hevði val verið nú, hevði hann fingið 10 tinglimir.
Var løgtingsval í dag, hevði Sambandsflokkurin fingið 24,2 prosent av atkvøðunum, ella 4,2 prosentstig meiri enn hann fekk á løgtingsvalinum. Hann hevur sjey tinglimir, men hevði fingið ein afturat.
Harðasta lúsingin fær Javnaðarflokkurin, sum gongur heili 8,4 prosentstig aftur og fær nú bara 18,2 av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin hevur níggju tinglimir, men hevði mist tríggjar tinglimir, vísir veljarakanning hjá Portalinum.
Tjóðveldi fær bara 14,3 prosent av atkvøðunum, sum er 3,4 prosentstig minni enn á valinum. Tjóðveldi hevði fingið seks tinglimir, men hevði mist ein tinglim.