Vel alilaks og síl

Vel aldan laks og síl, um tú vilt eta reinari fisk við lágum dioxin-innihaldi. Tað skrivar Fisker Forum, ið vísir til kanningar, sum danska Fødevarestyrelsen hevur gjørt av aldum laksi og sílum.

Katrin Erlendsdóttir
5. apríl 2021 kl. 14:37

Danska Fødevarestyrelsen hevur gjørt eina røð av kanningum av aldum fiski, til dømis norskum laksi og donskum síli. Kanningar vísa sum heild lágt innihald av umhvørvisdálkandi evnum sum dioxin, PCB, restum av heilivági og tungmetallum í alifiski.

Tað slepst ikki undan smáum nøgdum av dioxin í matvørum, og tað í sær sjálvum er ikki so vandamikið fyri okkum at eta. Trupulleikin við dioxin í matvørum vísir seg, um nøgdirnar gerast ov høgar. So um ein vil eta fisk við lágum dioxin-innihaldi, viðmælir Fødevarestyrelsen, at ein etur millum annað aldan laks og síl. Hetta skrivar Fisker Forum.

Harafturat liva aldur laksur og síl av fóðri, ið skal halda seg innanfyri kravdu markvirðini fyri eitt nú dioxin og tungmetal. Hetta hevur við sær, at aldur fiskur sum heild ikki hevur nógv dálkandi evni í sær.

Innihaldið av kyksilvuri er somuleiðis lágt í aldum fiski, meðan størri fiskur sum til dømis svørðfiskur hevur meira av kyksilvuri í sær, skrivar Fisker Forum.

Í Føroyum hevur eitt sindur av kjaki verið um júst hetta við aldum laksi mótvegis villum laksi. Tað kunnu helst vera fyrimunir og vansar við báðum, men sambært kanningunum hjá Fødevarestyrelsen er aldi laksurin í øllum førum reinari, tá umhvørvisdálkandi evni verða kannaði í honum.