Ongi úrslit

Vektlyfting

Niels Áki Mørk vann

Dan Lamhauge
13. desember 2020 kl. 11:50

Leygardagin skipaði Styrkifelag Føroya fyri jólakapping í vektlyfting. Kappast varð í olympiskari lyfting, har lyft verður í trekk (snatch) og í vend og stoyt (clean and jerk). Hvør luttakari hevur trý lyft í hvørjari kappingargrein.

Íðkararnir vóru flokkaðir í vektbólkar. Har afturat vórðu lyftini eisini umroknaði eftir sonevnda Sinclair-háttinum, har atlit verða tikin til vekt og aldur hjá tí, ið lyftir.

Hjá kvinnum var bert tann eini luttakarin hesaferð. Erna Krett Hansen megnaði tó at seta persónligt met í báðum greinunum.

Hjá monnum vóru fimm lyftarar. Samanlagt lyfti Pól Hendrikur Andreasen mest. Men, tá lyftini vórðu umroknaði eftir Sinclair-háttinum, so hevði Niels Áki Mørk flestu stigini. Nummar tvey gjørdist Pól Hendrik Andreasen og Mortan á Bøgarði endaði nummar trý.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14