Veitslan er byrjað og hon endar aftur sunnumorgunin

Tað er klókt at hava regnklæðini við á G-festivalin, tí vandi er fyri nøkrum dropum av og á

Áki Bertholdsen
18. juli 2024 kl. 11:11

Í dag er tað so, at ársins G-festivalur fer av bakkastokki. Men tað er bara formliga, at festivalurin byrjar í dag, tí tjaldingarplássið læt upp í gjár og samstundis vórðu teir heitu pottarnir riggaðir til, so nógv vóru í rættiligum veitslulagi longu í gjár.

Fyrireikararnir siga, at veðrið hevur verið av tí besta til at rigga alt til, so at tey eru so klár sum tey fáa verið. Fyrsta konsertin verður klokkan fimm seinnapartin í dag, tá ið Enekk fer á pall á spliplássinum.

Enekk, sum hevur havt grundleggjandi ávirkan á föroyskan tónleik síðani tíðliga í nítiárunum. Klokkan seks í kvøld letur pallurin á sandinum upp við Einangran, sum Lea Kampmann og Heiðrik av Heygum standa aftanfyri.

Síðan kemur ein long røð av fjölbroyttum tónleiki, eitt nú Samba Toure við sínum eyðkendu afrikansku songhoi bluestónum úr Mali, Sound of the Damned úr Grönlandi, Das Body úr Noregi, íslendsku GRÓA, donsku veitslumakararnir, Spectors, og niðurlendsku Personal Trainer.

Í Fjósinum verður Elinborg at hoyra, Silvurdrongur fer at hava útgávukonsert og har verður eisini Ragnar Finsson at hoyra. Tey fara eisini at vísa film í Fjósinum.

 Festivalurin heldur fram í allan morgin og allan leygardagin. Síðsta konsertin á sandinum verður klokkan sunnunáttina, tá ið Swangah, endar veitsluna har. Men Uppaftur seinni, klokkan tvey sunnunáttina, er Playmo á spæliplássinum og samstundis er ÜBERNøRD fjósinum, áðrenn punktum verður sett fyri ársins festivali eina ferð út á sunnunáttina.

Sleppa ikki undan nøkrum dropum

Kanska er tað klókt at hava regnklæðini við á festival, tí tað slepst ikki undan nøkrum dropun av og á - men tað verður verri enn so líka ringt, sum tað onkuntíð hevur verið, uttan at tað hevur forkomið veitsluni. Men afturfyri verður tað at kalla stilli alla tíðina.