Sjónleikurin Veitslan skal spæla á CPH:STAGE festivalinum í Keypmannahavn 7. juni 2018. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari sjónleikarasøgu, at ein so stórur føroyskt framleiddur leikur er á festivali uttanfyri oyggjarnar.
Talan er um eina sýning 7. juni kl 20.00 og atgongumerkini eru longu sett til sølu á veitslan@veitslan.com.
Veitslan eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov, í tillaging av Bo hr. Hansen, fer fram á 65 ára føðingardegnum hjá Helga Dýrindal.
Elsti sonurin er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra.
Pápin velur ta grønu.
Í grønu røðuni kemur ein myrkur familjuloynidómur fram: Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga. Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálarliga sjúkur? Lýgur hann? Veitslunáttin gerst ein ógvusligur bardagi um sannleikan.
Leikurin varð væl móttikin í Føroyum, og tað sást aftur í ummælunum.
“Ein heilt einastandandi góður, spennandi og forkunnugur leikur! Eitt týdningarmikið og viðkomandi evni. Og ikki minst framúrskarandi og livandi sjónleikarar. Far í Veitslu!” (Katrin Dahl Hanusson, Røddin, Kvf.).
“… surrealistisk og grotekst út í tað sublima….” (Jákup Veyhe, Mentanarkaféin).
“… megin í leikinum hevur fult og helt sogið teg inn í sítt egna univers.” (Torbjørn Jacobsen, Dimmalætting).
Sjónleikarar: Hilmar Joensen (FØ), Rasmus Lyberth (GR), Aðalbjørg Árnadóttir (ÍS), Gunvor Reynberg (DK), Hjálmar Dam (FØ), Hannes Óli Ágústsson (ÍS), Beinta Clothier (FØ), Eyð Berghamar Jacobsen (FØ), Barbara K. Andreasen (FØ), Johanna Roos Slættanes (FØ), Sonne Smith (FØ), Karin Djurhuus (FØ), Allan Dalsgarð (FØ), Jógvan Salomon Joensen (FØ), Gunnvør Joensen (FØ) og onnur.
Rithøvudnar: Thomas Vinterberg og Mogens Rukov
Framleitt til pall: Bo hr. Hansen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard (FØ)
Senografi, video, búnar og foto: Tormod Lindgren (NO)
Tónasmið og ljóð: Joachim Holbek (DK)
Ljós og tøkni: Turpin Djurhuus (FØ)
Umseting: Kristianna Winther Poulsen (FØ)
Leikstjórahjálparfólk: Gunnhild Michelsen (FØ)
Upprunalig framleiðsla: Firma Fa. Veitslan við Kristionnu Winther Poulsen.