Fyri tveimum vikum síðani kom fram, at Veganaraflokkurin nú hevur samlað nokk av undirskriftum og kann sostatt stilla upp til næsta fólkatingsval. Í dag hevði flokkurin tíðindafund – tilvitað ella ei – í Kjøtbýnum í Keypmannahavn.
Á tíðindafundinum takkaði flokkurin fyrrverandi formanninum, Michael Monberg fyri drúgva tænastu og vónaði, at hann fór at koma á uppstillingarlistan hjá teimum til næsta fólkatingsval. Tá flokkurin varð spurdur um grundina – at formaðurin hevði lagt frá sær – varð sagt, at hann hevði nógv um at vera og vildi brúka meira tíð uppá familjuna. Tey seinastu tvey árini hevur hann arbeitt ólønt fyri flokkin.
Fyrrverandi formaðurin í Veganaraflokkinum gjørdist kendur í Føroyum, tá hann tømdi ruskíløt hjá føroyskum handlum fyri at vísa á matspillu. Eisini vitjaði hann eitt neytafjós, har hann skjalførdi djóravælferð har. Eftir herferðina í Føroyum, legði hann frá sær sum formaður.
Einki varð nevnt um grindadráp á tíðindafundinum.
Kelda: Ritzau