Tað verður kaldligt veður næstu dagarnar. Føroyska Veðurstovan roknar við, at frá í morgin og fram til vikuskiftið verður hitin í mesta lagi 7 stig. Onkrar løtur fer hitin at nærkast frostmarkinum.
Veðurstovan sigur í forsøgn í dag, at týsdagin verður frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, seinni minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið, hitin 3 til 7 stig.
Mikudagin verður frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, móti kvøldi strúkur í vindi, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum vátakavi. Hitin 1 til 6 stig.
Hósdagin verður frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 2 til 6 stig.
Fríggjadagin verður frískt lot til frískan vind norðan ella av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 2 til 6 stig.
Leygardagin verður frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni minkandi niður í lot til frískt lot av ymsum ættum, mest vestan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið, í støðum vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.