Veðurlagssemjan í París

Tann 12. desember 2015 samdust 196 ymiskir avtalupartar um endaliga tekstin í sonevndu Paris-veðurlagssemjuni

Jógvan Svabo Samuelsen
10. november 2017 kl. 11:38

Tann 12. desember 2015 samdust 196 ymiskir avtalupartar um endaliga tekstin í komandi veðurlagssemjuni, hin sonevnda París-veðurlagssemjan. Veðurlagssemjan inniber m.a., at avtalupartarnir skulu royna alt teir megna, at halda upphitingina av jarðarklótuni væl undir tvey hitastig, í mun til hitan á jarðarklótuni undan ídnaðarkollveltingini. Somuleiðis skulu avtalupartarnir royna enn meiri at fara upp aftur longri í teirra málum at minka um upphitingina, og skulu miða eftir at náa undir 1,5 hitastig. Men júst hvat merkir ein slík veðurlagssemja? Er hon bindandi fyri avtalupartarnir? Og kann hon handhevjast, um hon nú ikki verður vird allíkavæl?


Grundvøllurin undir nýmótans altjóða rætti og altjóða poltikki er altjóða felagsskapurin Sameindu Tjóða, ST. ST bleiv sett á stovn beint eftir annan veraldarbardaga í 1945. ST hevur í dag 193 limalond og tvey eygleiðaralond. Fyri at gerast sjálvstøðugur limur skal ein vera sjálvstøðugur statur. Tað eru í heiminum um 206 lond ella øki, sum meta seg vera ein sjálvstøðugan stat. Men tað eru ikki øll hesi, sum heimssamfelagið eisini hevur viðurkent sum sjálvstøðugar statir. Sameindu Tjóðir er bygt upp av seks høvuðssúlum. Hesar eru ST-aðalfundurin, Trygdarráðið, Búskapar- og sosialráðið, Altjóða dómstólurin, Avgreiðslustovan og Tilsjónarráðið, sum tó ikki hevur verið virkið síðani 1994. Flestu hava eisini hoyrt um ST-deildirnar WHO, UNESCO og UNICEF.


Heimstoppfundurin í Rio í 1992

Í Rio de Janeiro í Brasil var í tíðarskeiðinum 3.-14. juni 1992 ein heimstoppfundur – á enskum Earth Summit – ið serliga snúði seg um umhvørvi, um alternativa orkumøguleikar í mun til lívrunnin brennievni, um at fáa fólk at nýta almenn flutningstól, og um nýtsluna og avmarkaðu nøgdina av vatni. Úr hesum heimstoppfundi komu bæði óbindandi skjøl og yvirlýsingar, sum eitt nú Rio-yvirlýsingin um umhvørvi og menning, og 350 síðurs drúgva skjalið um burðardygga menning ”Agenda 21”, men eisini altjóðarliga rættarliga bindandi sáttmálar sum t.d. Rammusáttmálin um veðurlagsbroytingar hjá ST.

Rammusáttmálin um veðurlagsbroytingar hjá ST liggur undir Avgreiðslustovuni hjá ST. Rammusáttmálin kom síðani í gildi tann 21. mars 1994, og í desember 2015 vóru heili 197 sáttmálapartar til rammusáttmálan. Men hóast talan er um ein rammusáttmála, sum í sjálvum sær er bindandi fyri sáttmálapartarnar, so merkir hesin leistur við einum rammusáttmála eisini, at ikki so nógv ítøkiligt stendur í sjálvum rammusáttmálanum. Rammusáttmálin er gjørdur soleiðis, at hann verður fyltur út við ítøkiligum málum og ætlanum so hvørt. Hetta verður gjørt á hvørjum ári á teimum sonevndu COP-ráðstevnunum.


COP 1, 2 og 3

Á hvørjum ári síðani 1995 hava verið hildnar ráðstevnur fyri sáttmálapartarnir til Rammusáttmálan um veðurlagsbroytingar hjá ST. Á enskum eita hesar ráðstevnur ”Conference of the Parties” og tí verða tær róptar ”COP” og so nummarið tær eru í røðini av hesum ráðstevnum. T.d. var ráðstevnan í Keypmannahavn í 2009 nevnd COP 15, og tann sum var í París í 2015 – har Paríssemjan bleiv samtykt – COP 21. Tann fyrsta í røðini, COP 1, var í Berlin í 1995. Á hesum ráðstevnum verður eftirmett, hvussu gongst við at røkka teimum yvirskipaða endamálinum í rammusáttmálanum, umframt at nýggj ítøkiliga mál verður sett, um at minka um vakstrarhúsgass útlátið hjá teimum ymsu sáttmálapørtunum.


Kyoto-protokollin frá 1997

Á COP 3 sum var í desember í 1997 í býnum Kyoto í Japan, bleiv Rammusáttmálin víðkaður til eisini at fevna um Kyoto-protokollina. Kyoto-protokollin er sostatt ein altjóða sáttmáli, har ásett bleiv at 1) jarðarupphitingin er verulig, og 2) at tað er ógvuliga sannlíkt, at jarðarupphitingin í størstan mun er skapt av CO2-útláti frá menniskjum. Kyoto-protokollin bleiv undirskrivað 11. desember 1997 og kom í gildi tann 16. februar 2005.

Kyoto-protokollin byggir á meginregluna um felags, men tó ymiska, ábyrgd. Hetta merkir, at yvirskipað hava vit øll eina felagsábyrgd, men at ítøkiliga kann vavið á hesi ábyrgd verða ymiskt. Kyoto-protokollin serliga leggur skylduna at minka um CO2-útlátið á ídnaðarlondini. Hetta er út frá tí hugsan, at tey søguliga eiga størst ábyrgd av CO2-útlátinum í atmosferuni.


Ymisk tíðarskeið undir Kyoto

Kyoto-protokollin bleiv býtt upp í tvey ymisk tíðarskeið, har tey ávísu londini binda seg til at minka um CO2-útlátið í teirra landi. Undir Kyoto-protokollini blivu londini eisini deild upp í bólkar. Fyrra tíðarskeiðið var frá 2008-2012 og seinna tíðarskeiðið er frá 2013-2020. Undir fyrra tíðarskeiðnum frá 2008-2012 vóru tað bert londini í ”Annex I” sum vórðu bundin. Hetta vóru tey 38 ídnaðarlondini, umframt tey 15 londini sum vóru partur av Evropeiska Felagsskapinum, tað sum seinni bleiv til ES, tá sámráðst bleiv um Kyoto-protokollina.

Kyoto-protokollin var altjóðarættarliga bindandi fyri londini í Annex I. Og megnaðu tey ikki at liva upp til sínar skyldur fyrra tíðarskeiðið, t.e. frá 2008-2012, so skuldu tey heinta hetta inn aftur seinna tíðarskeiðið, t.e. frá 2013-2020, umframt eina revsing á 30% av tí, sum tey ikki megnaðu fyrra tíðarskeiðið. Tað bleiv tó ikki sett felagshámark á útlátið – hetta avgjørdu londini sjálv. Og hvørki altjóða flogferðsla ella altjóða skipavinna bleiv íroknað útlátið undir Kyoto-protokollini.


Veðurlagssemjan í Keypmannahavn í 2009

Í 2009 var so ráðstevnan komin til Keypamannahavn. Hetta var tann 15. í røðini, og bleiv tí nevnd COP 15. Ráðstevnan var í tíðarskeiðinum 7.-18. desember 2009. Har kom eisini ein semja í lag, men hon var bert fingin í lag millum USA øðrumegin, og Kina, India, Suðurafrika og Brasil hinumegin. Semjan var ikki altjóðarrættarliga bindandi, og hon fekk heldur ikki londini at semjast um, hvat skuldi henni í seinna umfarinum av Kyoto-protokollini, sum skuldi verða frá 2013-2020. COP 15 í Keypmannahavn verður tí heldur ikki mett at hava verið nøkur væleydnað veðurlagsráðstevna. Hini londini, sum ikki høvdu verið við til at orða semjuna, játtaðu bert, at tey skuldu taka veðurlagssemjuna til eftirtektar. Og semjan innihelt heldur ikki nøkur ítøkilig mál, sum londini kundu gerast bundin av.


Veðurlagssemjan í París í 2015

Tíðarskeiðið 30. november til 12. desember 2015 var so COP 21 í París. Endamálið við ráðstevnuni í París var, fyri fyrstu ferð í 20 ár við ST-veðurlagssamráðingum, at fáa eina bindandi og universella avtalu um veðurlag, frá øllum heimsins tjóðum. Mergjað endamál má sigast, sum tó ikki eydnaðist. Hetta hóast, at sjálvur Frans pávi útgav eitt serligt páva-rundskriv, ”Laudato si'”, í hesum høpi. Rundskrivið inniheldur eina áheitan um, at sett verða í verk tiltøk ímóti veðurlagsbroytingum.

Tann 12. desember 2015 blivu tey 196 luttakandi londini samd um 12 síður langa semjutekstin. Í semjuni stendur millum annað, at partarnir eru samdir um at minka um sítt útlát av kolevni skjótast gjørligt, og at gera sítt besta til, at upphitingin av jarðarklótuni verður væl minni enn tvey stig celsius í mun til áðrenn ídnaðartíðina. Tó vóru tað fleiri semjupartar, serliga ymiskir oyggjastatir í Kyrrahavinum, Seyskelloyggjarnar og Filipsoyggjarnar, sum ynsktu, at málið bleiv sett til væl minni enn 1,5 stig celsius.

Táverandi franski uttanríkisráðharrin Laurent Fabius skamrósti Paríssemjuni og segði m.a., at semjan var bæði stórlatin og javnvigað, og at hon var ein varði í einum søguligum vegamóti í málinum um at minka um jarðarklótuupphitingina. Men ikki øll vóru eins bjørtskygd og Laurent Fabius. Tey atfinningarsomu vístu á, at størstu og týdningarmiklastu partarnir av Paríssemjuni einans byggja á lyfti og mál, sum tey ymsu londini hava lovað, at tey fara at arbeiða fram ímóti. Men har eru ongar ítøkiligar bindingar løgd á londini.


Er Paríssemjan bindandi?

Paríssemjan kemur í gildi trý ár eftir, at 55 statir, sum standa fyri 55% av heimsins vakstrarhúsgassútláti, hava staðfest semjuna. Hetta hendi tann 4. november 2016, og kemur Paríssemjan sostatt í gildi tann 4. november 2019. Harvið er hon formliga bindandi fyri teir statir, sum hava staðfest hana. Men innihaldið í henni er soleiðis háttað, at tað er upp til teir einstøku statirnar sjálvar at gera av, hvussu nógv teir ynskja at skerja sítt vakstrarhúsútlát. Og fylgja teir ikki sínum egnu lyftum, so er eingin handhevjingaráseting, sum kann noyða teir til at gera tað. Semjan byggir á eitt ”name-and-shame” prinsipp, sum merkir, at tey ymsu londini alment skulu boða frá sínum málum, og so seinni alment boða frá, um tey rukku hesum málum ella ei.

Við slíkari sjálvjustits vónar man, at londini sjálv fara at megna at stýra sær sjálvum. Men tað man vera ivasamt, hvussu nógv lond fara at føla, at skommin av at ikki megna at halda egin lyfti, fer at verða so stór, at tey ikki tora at loypa upp um har garðurin er lægstur. At halda slíkar semjur – at lækka um útlátið av vakstrarhúsgassum – kostar pening, nógvan pening. Í øllum førum stuttskygt. Donald J. Trump, forseti í USA, ivaðist heldur ikki, tá hann fekk møguleika, og tók USA burtur úr aftur Paríssemjuni. Men Paríssemjan er soleiðis orðað, at USA ikki kann taka seg úr aftur semjuni fyrr enn 4. november 2020. Hesa tíðarfreist hevur USA eisini lovað at virt. Og hetta er dagin eftir næsta forsetaval í USA.