Ongi úrslit

Veðurforsøgnin komandi dagarnar

© Westend 61
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í kvøld og í nátt strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi og norðan, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 1 til 6 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið minkar niður í frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, og um náttina niður í lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt einstakt vátakava- ella kavaæl. Hitin 0 til 5 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og tíðliga á degnum okkurt einstakt kavaæl. Hitin 1 til 6 stig, um náttina í støðum um frostmarkið.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Út á kvøldið hækkar ættin upp í norðan, tað verður smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 0 til 6 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Sum frá líður frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og kanska kavi. Hitin 0 til 4 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34