Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur um vikuskiftið, men í gjár hæsaði av. Men tað var bara eitt lítið andarhald tí í dag skuldi hann bresta á aftur við rættiliga nógvum vindi av norði.
Men nú eru veðurgudarnir blíðkaðir aftur eitt sindur, tí Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, sigur, at tað verður ikki heilt so ringt, sum tað hevur sæð út til. Og hann kann eisini sissa fólk við, at tað verður ikki so ringt í dag sum tað var um vikuskiftið.
Tá var miðalvindurin upp í 26 metrar um sekundið og summastaðni, har tað stóð á, vóru hvirlurnar upp í 50 metrar um sekundið.
Andrias Klein Gregoriussen sigur, at í dag fer miðalvindurin ikki upp um 23 metrar um sekundið, men summastaðni er væntandi at hvirlurnar fara upp um 30. hann verður norðan í ættini og har tað er ring ætt, koma hvirlurnar kanska upp í 40 metrar um sekundið. Men tað verður at kalla púra turt.
Hann sigur, at tað verður serliga norðan fyri, at tað verðru ringast.
– Men akkurát hetta slagi av veðri hava vit ofta um veturin, sigur veðurfrøðingurin. Hann sigur, at út á kvøldið og náttina fer hann rættiliga at minka vindin og so skuldi verðið friður, í hvussu so er alla hesa vikuna, leggur hann afturat.
Veðrið tarnar eisini samferðsluni illa. Tað er eingin sigling til Svínoyar og Fugloyar og Smyril siglur av Havnini klokkan 13 í dag, so verður hann lagdur fyri dagin. Somuleiðis eru Bygdaleiðir mestsum givnar at koyra um alt landið.