Veturin er í hondum og tað merkir, at vit skulu fyrireika okkum upp á óstøðugt veður - og eisin upp á ringt veður.
Vit hava havt rættiligan vind og kavarok og nú um vikuskiftið skulu vit fyrireika okkum upp á eitt ordiligt nos afturat.
Veðurstovan sigur, at sum leygardagurin líður fer hann at veksa vindin og um kvøldið verður heilt nógvur vindur.
Hetta er ein ferðil av ódnini, bretar hava navngivið, bert, sum eisini rakar Føroyar. Men sum veðurforsøgnin er beint nú, liggja vit í útriðini á ódnini, so vit verða ikki rakt av tí ringasta.
– Men sum tað sær út, verður tað ikki rættiligt ódnarveður, sigur Turið Laksá, veðurfrøðingur.
Men hon minnir á, at veðrið er ógvuliga broytiligt, so tað kann ganga bæði betri, men tað kann eisini ganga verri, alt eftir um lágtrýstið skiftir kós eitt lítið sindur, serliga nú vindbeltið við tí heilt nógva vindinum liggur beint við Føroyar.
Men sum støðaner nú, verða tað upp í 18-23 metrar um sekundið av eystri, og eisini upp í landnyrðing summastaðni.
Her er talan um miðal vind, men hvirlurnar verða munandi strangari, men á Veðurstovuni vilja tey kortini ikki seta tal á.
– Men har ættin er ring, eru hyggjuráðini at fólk fyrireika seg til nógvan vind og bjarga tí, sum liggur leyst og sum kann verða tikið í vindinum, sigur Turið Laksá.
Tann nógvi vindurin verður tað mesta av sunnunáttini, men tíðliga sunnumorgunin minkar hann vindin aftur rættiliga nógv.