Ongi úrslit

Veðrið fimm dagar fram

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Sum frá líður minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, vit fáa skiftandi skýloft og tað slítur í, bert okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið og í nátt niður í lítið lot sunnan, hækkandi upp í eystan, minni enn 5 m/s, framvegis skiftandi skýloft og okkurt einstakt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, út á kvøldið og um náttina upp í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og stundum regn ella okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av landsynningi og eystan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot millum sunnan og eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, seinni frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi og eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

10 tímar síðan

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42