Veðrið ávirkar skúlagongdina

Á Kambsdali verður í morgin talan um heimaundirvísing

Jonhard Hammer
16. januar 2025 kl. 22:40

Tað verður sagt frá nógvum vindi í nátt og tíðliga í morgin. Veðrið hevur við sær, at ferðslan verður órógvað í morgun. Bæði á sjógvi og landi.

Á heimasíðuni ssl.fo sæst, hvørjar leiðir eru avlýstar tíðliga í morgin.

Millum bussleiðirnar, sum eru avlýstar, eru tær, sum koyra næmingarnar til Miðnám á Kambsdali.

At eingin busskoyring verður tíðliga í morgin ber við sær, at tað ikki verður skúlagongd á Kambsdali í morgin.

Næmingarnir hava í dag fingið boð frá rektaranum um, at teir í morgin skulu vera heima og samstundis vera til undirvísing. Tá ið bussarnir ikki koyra verður undirvíst umvegis netið og Teams, og soleiðis verður tað í morgin.

Her eru brot av tí, sum á ssl.fo verður sagt um avlýsingar í morgin