Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Í kvøld minkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og einstøk vátakava- ella kavaæl. Hitin út frostmarkinum upp í 5 stig, í nátt niður í -2 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið hækkar í norðan. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 3 til 8 stig.

Sunnudagin

Frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 6 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin millum -1 og +4 stig. 

Týsdagin

Frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin millum -2 og +3 stig.

Mikudagin

Frískan vind upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin millum -1 og +4 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41