VB verður dømt at tapa dystin

VB hópurin er raktur av koronu, men HSF hevur broytt reglurnar fyri at útseta dystir hjá koronuraktum hópum. Fortreytirnar fyri at kappast eru broyttar, heldur formaðurin í VB, sum eisini metir, at smærru liðini eru nógv verri stillað enn stóru liðini. - Sum landið liggur í løtuni, tapir VB dystin, er svarið frá Hondbóltssambandinum

Steinar Patursson
1. februar 2022 kl. 12:37

Eftir ætlan skal seinasti dystur í innleiðandi umfari í kvinnusteypakappingini spælast í morgin, men í øllum førum ein av dystunum verður ikki leiktur.

Tað er dysturin millum kvinnuliðini hjá VB og Neistanum.

Orsøkin er, at korona ger um seg í VB hópinum.

- Vit hava boðað frá, at vit koma ikki til Havnar í morgin, sigur Bogi Mortensen, formaður í VB.

- Vit fáa ikki mannað lið vegna koronu. Báðir málmenninir eru sjúkir, og eini fýra útispælarar, og tá hópurin er so smalur, ávirkar tað okkum nógv.

Tað hevur verið soleiðis, at koronurakt lið hava havt møguleikan at útseta sínar dystir, men tann skipanin er nú tikin burtur. Úrslitið er so, at tey, ið ikki fáa mannað lið, tapa dystin. Og alt bendir á, at VB verður dømt at tapa dystin í morgin.

Hetta hendi fyri harraliðnum hjá Team Klaksvík í farnu viku og hjá kvinnuliðnum hjá EB móti Neistanum, sum VB altso eftir ætlan skal spæla móti í morgin.

Bogi Mortensen fýlist á, at stóru liðini við nógvum kreftum hava havt møguleika at útseta sínar dystir, meðan smáu liðini, sum verða rakt nógv harðari av koronu í hópinum, ikki eru sloppin at útseta.

Tað varð havt á lofti í VB at taka leikarar frá gentur 16 at fylla upp í hópinum, men hetta varð kortini ikki mett at verða ráðiligt.

- Eg skilji væl, at Hondbóltssambandið er komið í tíðarneuð, men tað er ikki gott nokk at broyta fortreytirnar mitt í kappingini.

Tá vit spyrja Hondbóltssambandið, hví fortreytirnar verða broyttar mitt í kappingini, er svarið einfalt.

- Tað gera vit fyri at avgreiða kappingina áðrenn finaludagin, sum er 19. Februar, sigur Ári Rouch, aðalskrivari í Hondbóltssambandinum.

Til spurningin, hvørt finaludagurin ikki kann flytast, soleiðis at tað ber til hjá liðunum at avgreiða sínar dystir á vanligan hátt, sigur hann, at tað ber sjálvandi til, at flyta finaludagin, men at hetta er kortini ikki so einfalt, sum at siga tað, tí atlit skulu eisini takast til onnur tiltøk, aðrar kappingar og nær høllin er tøk.

Men hava hesi liðini ikki rætt til at kappast eins og hini liðini undir somu fortreytum?

- Tað kann mann gott siga.

So tit hava í løtuni ongar ætlanir um at gera nakrar broytingar?

- Tað veit eg ikki enn.

Ber tað ikki til at argumentera fyri, at Hondbóltssambandið við hesari avgerðini eggjar liðunum til at stilal upp við koronuraktum spælarum?

- Tað dugi eg ikki at siga, um vit eggja teimum til tað.

Men fer VB so at tapa dystin móti Neistanum í morgin?

- Tað hugsi eg, ja. Sum landið liggur í løtuni, so tapir VB dystin.

Kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum hevði ikki viðmerkingar til málið, men vísir ístaðin til Ára Rouch.