Váttað: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari í Frederikstad

Mikkjal K. Thomassen er í dag kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari í Frederikstad í Norra. Sáttmálin er galdandi fyri trý ár

(Mynd: frederiksstadfk.no)
Sigurjón Einarsson
1. november 2022 kl. 10:36

Frederikstad Fotballklub kunnger á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt sáttmála við Mikkjal Thomassen. Sáttmálin er galdandi fyri trý ár, og fyrireikingarnar at gera felagið til reiðar til kappingarárið 2023 eru longu farnar í gongd, skrivar felagið.

– Eg eri øgiliga spentur til hesa uppgávuna, og eg síggi góðar menningarmøguleikar við felagnum. Eg síggi fram til at arbeiða hart og flyta FFK (Frederikstad Fotballklub, red.) longur fram á leið í norskum fótbólti, greiðir Mikkjal Thomassen frá.

Norska felagið rósar fyrrverandi KÍ-venjaran fyri sínar dugnaligu leiðsluførleikar, og sigur seg vera imponerað av honum í setanartilgongdini.

– Vit hava havt tvær treytir til ein nýggjan venjara. Vit leitaðu eftir einum royndum og dugnaligum leiðara, ið hevur evnir til at uppbyggja eina mentan og menna fólk, umframt ein eldhugaðan venjara, sum kann seta nýggjar standardir. Vit eru trygg við, at vit hava funnið ein øgiligan góðan mann til FFK, greiðir ítróttarstjórin í Frederikstad, Joacim Heier, frá.   

Felagið sigur, at Mikkjal Thomassen fer at arbeiða tætt saman við leiðsluni í Frederikstat og sítt venjaratoymið í november og desember til at fyrireika liðið til nýggja kappingarárið, tá liðið byrjar sínar venjarafyrireikingar í januar komandi ár.

Frederikstad endaði hetta kappingarárið sum nummar tíggju í næstbestu deildini í Norra, OBOS-ligaiini.