KÍ hevur keypt Luc Kassi úr Stabæk. Hetta skrivar heimasíðan hjá KÍ í morgun.
Luc Kassi hevur royndarvant við KÍ í eitt tíðarskeið og KÍ venjarin, Magne Hoseth, sum kennir Luc frá tíðini í Stabæk, hevur eftir øllum at døma verið nøgdur so nú er avtala undirskrivað millum partarnar.
Soleiðis skrivar KÍ á teirra heimasíðu:
"Luc Kassi er úr Fílabeinsstrondini, men hevur síðan 2012 búð í Noreg, har hann hevur leikt fyri Stabæk heilt fram til 2022. Tey tíggju árini í Stabæk hevur Luc leikt yvir 200 dystir fyri felagið. Stabæk í Noreg er eitt felag sum regluliga er at síggja í norsku Eliteseriuni (besta deildin). Stabæk hevði eitt ynski um at leingja avtaluna við Luc, men her ynskti Luc at royna okkurt nýtt og í tí sambandi stóð KÍ ovast á ynskilistanum. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, kennir Luc frá tíðini í Stabæk, har Magne spældi í 2014.
Luc skal saman við øðrum góðum leikarum, mynda miðvøllin hjá Magne Hoseth og KÍ í ár. Kassi er nú farin til Noregs at pakka og kemur síðan aftur til Klaksvíkar mikudagin.
Vit ynskja Luc Kassi hjartaliga vælkomnan til Klaksvíkar, og allarbestu eydnu í KÍ búnanum."