Høvuðspersónurin var sjálvur úti og takkaði fyri seg í einum filmsbroti, sum hevur fingið nógva umrøðu.
Nú hevur Liverpool gjørt tað sama.
Jordan Henderson er ikki longur Liverpool liðskipari ella leikari.
Liverpool FC skrivar:
“Vit kunnu váttað, at Henderson er farin til AI-Ettifaq.”
“Nú hansara Anfield-kapittul endar, ynskja øll í felagnum at sýna takksemi fyri alt jordan gjørdi fyri okkum, í síni 12 ár sum reyður.”
Upprunaliga satsaði AI-Ettifaq uppá, at Liverpool fóru at lata veteranin fara bíligani, um ikki ókeypis. Tað varð skjótt sligið fast, at tað ikki kom uppá tal.
33 ára gamli Henderson hevði tvey ár eftir av sínum fýra ára sáttmála, sum hann skrivaði undir á sumri 2021.
Enski landsliðsleikarin fær eina risa lønarhækkan í liðnum hjá Steven Gerrard. Hann fer at tjena £700,000 um vikuna.
Henderson verður nógv best lønti enski fótbóltsspælarin í verðini.
Hann fer at liggja míl frammanfyri nøvn sum Harry Kane (Tottenham), Jude Bellingham (Real Madrid) og Marcus Rashford (Manchester United).