Váttað: Harry Kane til Bayern München

Harry Kane hevur í dag sagt Tottenham farvæl

Ragnar Sjúrðarson
12. august 2023 kl. 16:37

So hendi Tað.

Bayern München hevur á síni heimasíðu váttað keypið av Harry Kane, sum eftir at hava havt sáttmála við Tottenham alla sína yrkisleið, nú hevur sagt London-felagnum farvæl.

Hann hevur skrivað undir ein fýraára sáttmála við Bayern München, har hann skal setast í leiklutin hjá Robert Lewandowski, sum stórfelagið úr Týsklandi ikki fekk avloyst í fjør summar.

Sambært Daily Mail fer Kane at tjena 3,5 milliónir krónur um vikuna, og hann verður harvið ein av best løntu spælarunum hjá týsku meistarunum.

Prísurin fyri Kane er sambært journalistinum Fabrizio Romano 745 milliónir krónur, sum Tottenham við vissu fær, meðan har kunnu fella 149 milliónir krónur í eykavinningi til enska felagið. Tað er ein samlaður prísur á 894 milliónum krónur. 

Kane skal spæla við troyggju nummar níggju í Bayern München