Fyri góðari viku síðan kundi hvørki Skanderborg ella Füchse Berlin siga nakað um leysasøgurnar. Nú er hava bæði feløgini váttað tíðindini, og sostatt verða tríggir føroyingar í Bundesliguni næsta ár. Elias Ellefsen á Skipagøtu fer at spæla við týska stórfelagnum Kiel. Frammanundan spælir Jóhan á Plógv Hansen fyri Flensburg-Handewitt.
Bundesligan hevur verið dreymurin
Hákun sigur við heimasíðuna hjá Skanderborg Århus Håndbold, at hann hevur droymt um hetta leingi.
– Eg havi altíð vilja spælt í Bundesliguni síðan eg byrjaði at spæla hondbólt. Füchse Berlin hava eitt gott lið í ár, og nógvar góðar leikarar, sigur hann.
Füchse Berlin liggja í løtuni nummar eitt í deildini sum verður rópt heimsins sterkasta deild. Millum leikararnar á liðnum í ár eru millum annað, Mathias Gidsel, Fabian Wiede, Paul Drux, Lasse Andersson, og so Hans Lindberg, sum Hákun skal avloysa.
Kundi ikki siga nei
Hákun sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at Skanderborg Århus Håndbold er fremst í tonkunum nú, hóast skiftið er alment.
– Beint nú leggi eg alla orku í at spæla kappingina her lidna. Vit hava góðar møguleikar, bæði í heimligu kappingini, og í European League, sigur hann.
Hóast hann ikki kundi sæð seg spælt í einum øðrum felagi í Danmark, var hetta eitt ov gott tilboð.
– Eg kundi ikki takka nei til hetta. Eg havi fingið ein spennandi møguleika, og hetta má eg royna.
Hann ásannar, at deildin í Týsklandi er góð, men hesa avbjóðingina gleðir hann seg til.
– Tað er ein deild við fleiri dystum sum eru harðir, og eg gleði meg at menna meg sum leikara enn meira har, sigur hann.
Ein leikari til framtíðina
Ítróttarstjórin, og fyrrverandi leikarin, Stefan Kretzschmar, sigur at Hákun hevur eitt stórt talent, og kann geva liðnum nógv gott.
- Eg havi fylgt Hákuni leingi, og eg eri bergtikin av teknisku evnum hansara. Eg eri sannførdur um at hann verður ein góður leikari fyri okkum, sigur hann við heimasíðuna hjá Füchse Berlin.
Eisini høvuðsvenjarin er spentur at fáa føroyingin til Berlin
- Hann hevur longu víst nógv á høgum støði. Eg eri vísur í at vit fáa ein svangan leikara sum fer at taka dystin upp við hin høgra vongin hjá okkum, sigur venjarin.