Váttað: Fleiri enn 1.300 eru deyð eftir jarðskjálvta í Turkalandi

Deyðstølini hækka alsamt í Turkalandi og Sýria eftir ógvusliga jarðskjálvtan í nátt

Ragnar Sjúrðarson
6. februar 2023 kl. 11:39

Syrgilig jarðskjálvtavanlukka hevur verið í Turkalandi í nátt. 

Jarðskjálvtin var ógvusligast í landsynningspartinum av Turkalandi, nær markinum til Sýria og á báðum síðum av markinum hevur tað ført til stórar oyðileggingar.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, upplýsir sambært Reuters, at 912 fólk eru deyð í landinum orsakað av jarðskjálvtanum. Afturat teimum deyðu eru 5.383 særd.

Sýriskir statsmiðlar hava sambært Ritzau boðað frá, at minst 320 fólk eru deyð av jarðskjálvtanum í tí partinum av landinum, sum er undir sýriskum stýri.

Í teimum pørtum av landinum, sum eru stýrdir av mótstøðubólkum eru 147 fólk váttað deyð og fólk í hundraðtali eru særd. Tað upplýsir felagskapurin, Teir Hvítu Hjálmarnir, sum virka sum ein borgarlig bjargingartænasta í tí krígsrakta landinum.