Gitingar hava leingi verið um Roberto Firmino fór at skriva undir nýggjan sáttmála við Liverpool, tá sáttmálin gongur út í summar.
Nú váttar umboðsmaðurin hjá Firmino, Roger Wittman, at 9`arin hjá Liverpool ikki verður Liverpool spælari í næsta kappingarári.
- Firmino fer frá Liverpool í summar. Tað kann eg vátta. Tað er ein góður máti at fara frá felagnum eftir átta ótrúlig ár, sigur umboðsmaðurin.
So seint sum í februar segði Wittman, at hann var í samráðingum við Liverpool um ein nýggjan sáttmála til sín Firmino. Tá segði hann, at tað skjótt fór at blíva vátta hvaðani leiðin gekk víðari.
Hóast sáttmálasamráðingarnar millum Liverpool og umboðsmannin hjá Firmino vóru góðar, so sigst, at 32 ára gamli Firmino hevur viðurkent, at hann ei longur er fyrsta valið hjá Klopp.
Firmino umhugsar at fara aftur til Týskland, har hann áður hevur spælt, ella til heimlandið Brasil í summar.