Hann verður spáddur at fara at blíva ein av teimum heilt góðu hondbóltsspælarum i heiminum, okkara Elias Ellefsen á Skipagøtu, og nú sleppur hann veruliga at royna seg.
Í dag váttar svenska felagið hjá Eliasi, at hann fer at leika við týska stórfelagnum THW Kiel frá komandi kappingarár.
Tað skrivar IK Sävehof á heimasíðu sínari.
– Vit í Sävehof eri errin yvir, at Elias valdi at koma til okkum, og at vit hava hjálpt honum víðari til eitt toppfelag. Hetta er ein kvittan upp á, at okkara skipan við at menna leikarar riggar, skrivar felagið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skrivað ein fýra-ára sáttmála við Kiel, ið hevur vunnið týsku kappingina 22 ferðir.
Venjarin hjá Kiel, Viktor Szilágyi, væntar sær nógv av Eliasi.
– Elias er eitt tað mest spennandi navnið í Evropa. Hann skilir spælið væl og er skapandi við sínum spæli, sigur venjarin við heimasíðuna hjá felagnum.
Heimasíðan hjá Kiel skrivar, at felagið hevur fylgt við gongdini hjá Eliasi tey seinastu árini, og tá hann vitjaði felagið herfyri, gjørdust teir í Kiel samdir um, at teir vildu hava unga hoyvíkingin í sín hóp.
20-ára gamli Elias er skrásettur fyri fimm landsdystir fyri Føroyar, har hann higartil hevur skorað 32 mál.