– Brandur hevur skrivað undir við FFK (Fredrikstad Fotballklub, red.).
Tað sigur Erik Andre Pedersen, ið er ítróttarjournalistur á Fredriksstad Blad, og dekkar felagið í býnum, Fredrikstad FK, við Dimmalætting.
Skiftið er nú eisini alment á heimasíðuni hjá Fredrikstad FK.
Ítróttarstjórin í FFK, Joacim Heier, hevur váttað fyri lokala blaðnum, at felagið hevur leingi havt ynski um at knýta 27-ára gamla skálvíkingin til hópin, har Mikkjal Thomassen er venjari. Og nú er skiftið alment.
– Hann er so mikið góður, at hann er verdur at satsa upp á, hóast hann hevur havt drúgvar skaðar, sigur ítróttarstjórin í FFK, Joacim Heier, við Fredriksstad Blad.
Norskir miðlar skriva, at Brandur Hendriksson Olsen hevur verið Frederikstad, har hann hevur kannað umstøðurnar.
– FFK hevur havt eitt ynski at gera sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, og mínar keldur siga, at Brandur eisini er blivin imponeraður yvir, hvussu professionelt FFK verður rikið, hóast felagið spælir í næstbestu deildini í Norra, sigur Erik Andre Pedersen.
Brandur sleyt krossbandið í fjør, og sambært føroyska landsliðvenjaranum, Håkan Ericson, so verður Brandur nokk ikki tøkur fyrr enn í mai-juni mánað í ár. Tað segði hann til seinastu landsliðssamling.
Brandur Hendriksson Olsen hevur spælt 50 A-landsdystir fyri Føroyar, og er skrásettur fyri at hava skorað seks mál.
Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í Windsor Park tann 11. oktober í 2014, tá hann varð skiftur inn í útidystinum móti Norðurírlandi. Norðurírland vann tann dystin 2-0.
Brandur fer at bera nummar 27 í FFK.