Vatnflóðir í fleiri evropeiskum londum eftir glopraregn
Glopraregn hevur ført til vatnflóðir í fleiri evropeiskum londum um vikuskiftið, teirra millum Týskland, Belgia og Holland.
Rúni Korsgaard
18. mai 2024 kl. 13:56
Í útsynningspartinum av Týsklandi í statinum Saarland verður fráboðað um undantaksstøðu vegna stóru mongdirnar av regni. Longri suðri i Rheinland-Pfalz hevur vatnflóð eisini verið, sum hevur havt við sær, at vatn er farið í kjallarar meðan fleiri borgarar eru koblaðir frá elnetinum.
Eingin deyði er fráboðaður, meðan í øllum førum ein skaðatilburður hevur verið. Olaf Scholz, kanslari, væntast at vitja fleiri øki í útsynningspartinum av Týsklandi seinni í dag.
Tað er ikki meir enn trý ár síðani, at økini Rheinland-Pfalz og Norður Rín-Vesturfalia vóru rakt av vanlukkuligum vatnflóðum, sum kravdu 180 mannalív.