"Vatn bæði bindur og skilur okkum í Norðurlondum"

Norðurlandahúsið í Føroyum bjóðar øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN

Innsent
5. januar 2018 kl. 14:03

Norðurlandahúsið í Føroyum bjóðar øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður millum 16. juni og 17. august 2018.

Tilmeldingarfreistin er 26. mars 2018, og freistin at lata verkini inn er 28. mai 2018.

Ein dómsnevnd metir um innsendu verkini og velur tey, ið verða við á framsýningini.

Allir myndlistamiðlar og snið eru vælkomin, men øll verkini skulu vera tengd at evninum vatn.

Vatn bæði bindur og skilur okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.

Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi, evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.

Norðurlandahúsið í Føroyum vil savna norðurlendsk listafólk, so nýggj sambond millum tey og verk teirra kunnu knýtast.

Norðurlandahúsið fíggjar flutningin av listaverkunum, samt ferðing og uppihald fyri nøkur útvald listafólk.

Innskriving við telduposti til  opencall@nlh.fo

Telduposturin skal tilskila:
- Navn, føðingarár, tjóðskap og bústað.
- Heiti og mátini á verkinum, samt týðandi praktiskar upplýsingar.
- Í mesta lagi 200 orð um verkið, og hvussu tað er tengt at evninum vatn.

Teksturin kann vera á einum skandinaviskum máli ella á enskum.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá Inger Smærup Sørensen, verkætlanarleiðara, á: inger@nlh.fo