Var skýrdur klimaavnoktari

Jens Meinhard Rasmussen livir bókstaviliga av olju, og tí undrar tað hann ikki stórliga, at tað verður brigslað honum, um hann dittar sær at hava almennar meiningar um dálking og umhvørvi. Men hann leggur dent á, at tað eisini finnast saklig sjónarmið ímillum báðar pólarnar, ið eru ráðandi í umhvørviskjakinum

Ingolf S. Olsen
7. mars 2021 kl. 11:30

Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Skansi Offshore, sum burtur av livir av at veita tænastur til oljuvinnuna til havs. Og hann er eisini nevndarformaður í oljufelagnum Magn, sum livir av at selja olju og oljuúrdráttir til vinnu og privat í føroyska samfelagnum.

Tað kom tí ikki óvart á hann, at hann í almenna rúminum fyri tað mesta var møttur við speiskum viðmerkingum, tá hann stutt eftir nýggjár skrivaði eitt lesarabræv undir yvirskriftini “Vit eiga ikki at lata okkum stýra av veðurlagsræðslu”.

- Eg gjørdi sjálvur vart við í lesarabrævinum, at setir tú spurnartekn við, um veðurlagsbroytingar eru mannskaptar, so verður tú skýrdur klimaavnoktari. Tað er so tað, men eg vóni tó, at tað eisini eru nógv, sum skilja og fyrihalda seg til mín boðskap, sama um tey eru samd ella ósamd. Eg havi eisini fingið okkurt aftursvar í miðlunum, sum ikki bara tekur undir við mínum sjónarmiðum, men sum fyri tað er bæði sakligt og væl grundgivið, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann leggur dent á, at hansara ørindi ikki eru at lítilsgera dálking og mannskapt árin á umhvørvið.

- Tvørturímóti. Tey, sum seta seg eitt sindur inn í, hvussu ovarlaga umhvørvið er raðfest hjá Skansa, kunnu vissa seg um, at vit í so máta eru ímillum tey allar fremstu í frálanda tænastuvinnuni í heimshøpi. Ein sera stórur partur av øllum okkara virksemi snýr seg um at liva upp til norskan umhvørvisstandard, sum er heimsins strangasti. Og í Magn arbeiða vit málrættað fram ímóti tí veruleika, sum verður um ikki so øgiliga nógv ár, at olja og bensin meira og minni fara í søguna sum brennievni.

Hetta er eitt lítið brot úr greinini: Ov nógvur súmbolpolitikkur í umhvørviskjakinum.

Øll greinin kann lesast í Dimmalætting hesa vikuna ella sum haldari her.