Í sambandi við várkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri vitja altjóða viðurkendur sellospælari og ein gestadirigentur Føroya Symfoniorkestur. Konsertin er samstundis ein heiðran av eysturríkska tónaskaldinum, Anton Bruckner, sum hevði fylt 200 ár í ár. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at symfoniorkestrið spælir eina Bruckner symfoni. Viðurkendi sellospælarin, Andreas Brantelid, framførir sellokonsertina hjá tónaskaldinum Antonín Dvořák. Catherine Larsen Mcguire, ið eisini stjórnaði orkestrinum í 2022, vitjar aftur og stendur á odda fyri orkestrinum.
Andreas Brantelid (1987-)
Dansk/svenski selloleikarin, Andreas Brantelid, spældi, sum bert 14 ára gamal, á fyrsta sinni við Kongaliga Kapellinum, og í dag er hann ein av mest umbidnu tónleikarunum úr Norðanlondum. Hann hevur vunnið sær miklan heiður um allan heim, og ikki bara fyri at fáa tónleikin at ljóða, men eisini fyri at fáa tónleikin at dansa og syngja. Brantelid hevur eitt nú spælt við orkestrunum London Philharmonic, BBC Symphony,Tonhalle Orchester Zurich, Mahler Chamber Orchestra, Brussels Philharmonic, Seattle Symphony, Frankfurt Radio Symphony Orchestra, Leipzig Radio Symphony, Hamburger Symphoniker, Orchestre des Champs-Elysées, Scottish Chamber Orchestra og München Kammerorkester.
Við sínum framúrskarandi spæli hevur hann vunnið fyrsta pláss í kappingunum Eurovison Young Musicians Competition í 2006, International Paulo Cello Competition í 2007, og síðan hevur hann fingið hópin av viðurkenningum.
Andreas Brantelid spælir upp á eina 'Boni-Hegar' Stradivarius frá 1707.
Antonín Dvořák (1841-1904)
Tjekkiski komponisturin, Antonín Dvořák, varð føddur í býnum Bøhmen, har hann sum heilt ungur lærdi at spæla violin. Seinni flutti hann til býin Zlonice og fekk grundútbúgving í tónleiki. Tá Dvořák bleiv eldri, varð hann nógv eftirspurdur sum tónasmiður. Hann undirvísti í tónasmiði á konservatoriinum í Prag. Seinni bleiv hann leiðari av National Conservatory of Music í New York og stjóri á konservatoriinu í Prag. Hann skrivaði sellokonsertina í 1894 til sín góða vinmann, Hanuš Wihan. Konsertin varð frumframførd í London 19. mars 1896 av enska sellospælaranum Leo Stern.
Anton Bruckner (1824-1896)
Bruckner vaks upp undir trongum korum í eysturríkska býnum Ansfelden. Trongu korini ávirkaðu hann og hansara arbeiði alt lívið. Hann var sera autoritetstrúgvur og var ikki vanur at føra seg fram á teim bonaðu gólvunum. Hetta foraði fyri, at tónleikur hansara fekk ta virðing, hann hevði uppiborið. Hansara evni sum urguleikari og tónasmiður vóru tó ikki til at taka feil av, og seinni í lívinum fekk hann stóra viðurkenning í tónleikaumhvørvinum í Wien, har hann arbeiddi sum professari á konservatoriinum, hofforganistur og sum heiðusrdoktari á universitetinum. Í 2024 hevði Bruckner fylt 200 ár, og í hesum sambandi spælir Føroya Symfoniorkestur hansara symfoni nr. 4. Symfoniin varð skrivað í 1874 og varð í fleiri førum umskrivað fram til 1888. Verkið varð frumframført í Wien í 1881 og er eitt av hansara best umtóktu verkum.
Catherine Larsen Mcguire (1971-)
Catherine er ættað úr Manchester og er í dag búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari, og í 10 ár spældi hon 1. fagott í Komische Oper Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University og lærdi at spæla fagott á Royal Academy of Music í London hjá Klaus Thunemann i Hannover og á Karajan Academy í Berlin. Hesa tíðina spældi hon eisini javnan við Berlin Philharmonic. Síðan 2012 hevur hon ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales, Deutsches Kammerorchester Berlin, Jerusalem Symphony Orchestra og Orchestre de Chambre de Genève. Catherine er júst sett í starv sum tónleikaligur leiðari fyri National Youth Orchestras of Scotland.
Dirigentur: Catherine Larsen Mcguire (UK)
Solistur: Andreas Brantelid (DK/SE)
Konsertin er í stórum opnum sali í Norðurlandahúsinum.