Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá tíðtakarunum til hesa kappingina, og hevði útgerðin ikki verið skift út fyri nøkrum árum síðani, hevði tað verið neyðugt við fleiri umryttum, men nýggja útgerðin er so neyv, at nú kemur hetta næstan ikki fyri longur.
Hetta kom millum annað til sjóndar í kappingini Tvíspor 1. flokki, tí munurin millum Ronju hjá Zacharias R. Jacobsen og Svonnu við Barbara Chaparro á baki var einans tveyogtjúgu hundrandapartar av einum sekundi, og tað er ikki nógv.
Tey brúkti ávíkavíst 18:32 og 18:54 sekund um teir 250 metrarnar og munurin til nummar trý, vinnarin við Leynavatn, Spirit við Bergfríð Lassen, var eisini lítil. Spirit hevði tíðina 18:70. Hini rossini í l. flokki vóru eisini sera tøtt og øll kundu vunnið á degnum.
At tað er so tætt millum rossini boðar frá góðum. Nú verður spennandi at síggja, hvat tey orka, tá tey skula renna 500 metrar á ólavsøku.
Hinar kappingarnar vóru eisini spennandi og sum í Tvíspor l. flokki, vóru eisini aðrir fleiri nýggjir vinnarar. Serliga var tað skeiðkappingin, ið var spennandi. Heili fimm ross megnaðu at koma undir 10 sekund um teir 100 metrarnar. Hetta kemur ikki ofta fyri.
Endin var, at Jóna Ólavsdóttir á Laxa vann, ein hundrandapart frammanfyri Randarsól Heinesen á Stígur. Tølt vann Silja G. Eystberg á Tango, Trav Birita Lútzen á Freyr, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Silfu og Tvíspor Annar flokkur vaksin vann Rebecka Jørgensen á Gordon.
Øll úrslitini síggjast her.
Kelda: Føroya Ríðingarfelag