Varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri barnaporno

Hesa tíðina skal løgreglan brúka til at kanna málið

Áki Bertholdsen
2. oktober 2024 kl. 15:14

Ein maður, sum er nøkur og 40 ára gamal, er nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum

Løgreglan handtók ein mann í gjár og skuldsetti hann fyri brot á reglurnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og - undir serliga skepandi umstøðum - at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.
Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.
Ákæruvaldið førdi mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag. Maðurin var varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Talan er um eitt, sum tey kalla eitt NCMEC-mál, sum hevur sín uppruna við, at løgreglan í Føroyum hevur fingið boð frá felagskapinum, National Center for Missing & Exploited Children, NCMEC, í USA um at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum. Eitt endamál hjá NCMEC er at fyribyrgja kynsligan ágang ímóti børnum á internetinum.
Kanningardeildin hjá politinum fekk boð frá NCMEC mánakvøldið, og løgreglan handtók mannin nakrar fáar tímar seinni. 

Kanningardeildin fer nú undir at gera nærri kanningar. Hetta fevnir um at kanna teldur og onnur elektronisk tólum hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, antin brotini eru meira umfatandi, ella um talan er um fleiri brot.