Ongi úrslit

Varðhaldsfongslaður fyri at hótta starvsfólk á hotelli

Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Leygarkvøldið varð ein maður meldaður fyri at hótta fólk á einum hotelli í Havn.

Løgreglan sigur, at hóttarnirnar vóru av slíkum slagi, at tey gjørdu av at fara eftir manninum og at handtaka hann.

Talan er um ein útlending, og hann varð settur í brummuna. Løgreglan sigur, at hóttanirnar vóru so mikið álvarsligar, at støða varð tikin til at føra mannin fyri rættin í gjár við kravi um at hann skuldi varðhaldsfongslast.

Tað var dómarin í Føroya rætti samdur í, og sostatt varð maðurin varðhaldsfongslaður í tvær vikur.

Hesar báðar vikurnar skal løgreglan so brúka til at lýsa málið til fulnar og gera tað klárt til endaliga viðgerð í rættinum.

Tað er ikki greitt, í hvørjum ørindum útlendingum var her, men hann var ikki her í arbeiðsørindum.

Verður hann dømdur, kann hann eisini vænta at verða vístur av landinum í eitt áramál, ella kanska alt lívið.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

10 tímar síðan

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42