Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi

Komandi mikudag verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið Várdagur aftur á skrá í SMS. Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta vármótanum og várvørum annars, hava opið til langt út á kvøldið, og samstundis verður ein ørgrynna av undirhaldi á skránni á Torginum.

Dimma.fo
30. apríl 2023 kl. 17:06

Langt verður til brots longu fyrrapartin við at bjóða foreldrum, sum eru heima í farloyvi, at koma at lurta eftir hugleiðingum hjá tveimum ungum mammum, Súsannu Samró og Marin Eidesgaard um ábyrgdarbýtið í heiminum, eftir at tvey eru blivin til fleiri. Tær báðar hava gjørt eina ritgerð, sum leggur dent á føroysk foreldrapør við smábørnum og ábyrgdarbýtið teirramillum. Tær hava kannað ábyrgd í trimum løgum, "kenslulig", "felagsskaps" og "moralsk" ábyrgd.

Fyri tey, sum eru eitt sindur eldri, verður eitt áhugavert tiltak seinni um dagin, har Bergtóra Høgnadóttir fer at hugleiða um, hvussu man kann gera lívið sum pensjónistur so gott og ríkt sum gjørligt.

Børnini vera heldur ikki gloymd, tí seinnapartin kemur eingin annar enn sjálvur Bubu á vitjan, og hann fer at framføra ymiskt fyri teimum smærru. Flestøll elska vit eisini tónleik, og nógvur live tónleikur verður at hoyra í SMS hendan dagin. Millum teirra, sum fara at framføra, eru eitt nú Jens Marni Hansen, Páll Finnur Páll og Harmonikutónar.

Ein serlig kapping, har øll hava møguleika at taka lut, verður á Torginum klokkan 19 og 21 mikukvøldið, og har vinnur vinnandi liðið eitt gávukort til SMS við einum virði á heili 2.000 krónum.

SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 mikukvøldið.