Varð sligin og bukaður av

Løgreglan leitar nú eftir gerningsmanninum

Áki Bertholdsen
4. august 2024 kl. 09:13

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda eitt mál um harðskap. Tað var uttan fyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn, at ein maður varð sligin og bukaður av, sum løgreglan orðar seg.

Løgreglan sigur, at maðurin hevur skaðar í andlitinum, og í høvdinum annars og hann fór á Landssjúkrahúsið til viðgerar.

Løgreglan sigur, at talan er um grovan harðskap og tað málið verður nú kannað. Tey vita ikki rættiliga, hvør gerningsmaðurin er, men nú fara tey at avhoyra vitni og tann órættaða mannin, umframt at tey fara at hyggja at vakmyndatólum, sum eru har um vegir.