Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Men tá ið skeinkistøðini lata aftur, er tað vanligt at fólk samlast ymsastaðni í miðbýnum.
Og tá ið ein varðbilur hjá løgregluni koyrdi ígjøgnum Steinatún seint í nátt, sóu løgreglufólkini, at fólk vóru farin til hendurs.
Tað eydnaðist teimum at skilja partarnar sundur, men serliga tann eini maðurin var so uppøstur, at hann fekst ikki at sissast aftur.
Tí varð hann handtikin og lagdur í brummuna á løgreglustøðini at sova. Hann slettur so út aftur í morgun tá ið hann er kólnaður aftur.
Men hann er skuldsettur fyri at bróta skilhaldsreglurnar, so tá ið hann fer út aftur, verður tað við eini bót upp á 3.000 krónur í hondini, tí tað er prísurin fyri at berjast á alfaravegi.