Var harðligur ímóti makanum í fyllskapi - settur í varðhald

Aftur í gjár vóru boð eftir løgregluni í sambandi við húsaófrið

Áki Bertholdsen
14. desember 2023 kl. 08:30

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá húsaófriði. Hetta er annar dagurin á rað, at løgreglan má at hjálpa til í sambandi við húsaófrið.

Og mynstrið er tað sama í báðum førum, og tað er, at rúsdrekka er uppi í. Løgreglan sigur, at eisini í hesum føri var tann harðligi parturin tikin við á støðina og lagdur í brummuna.

Tann, sum var fyri harðskapi fór til lækna at fáa staðfest skaðarnar.

Løgreglan sigur, at tann parturin, sum var harðligur, er skuldsettur fyri harðskap. Viðkomandi liggur í brummuni og tá ið hann er edrúur aftur, verður hann avhoyrdur og síðani leyslatin.

Men løgreglan prátar eisini við partarnar ium, hvussu tey skulu bera seg at. Kanska skal tann harðligi parturin ikki fara heim aftur, ella skal tann parturin, sum hevur verið fyri harðskapi, fara heimanífrá til onkran í familjuni, ella kanska á kvinnuhúsið.