Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum: Ber illa til at halda smittuni úti

Margit Stórá harmast sum vera man um, at bæði sjúklingar og starvsfólk eru smittað á Landssjúkrahúsinum, men slær tó fast, at tað, sum støðan er nú, er ógvuliga trupult at forða fyri, at smittan kemur inn við vitjandi, ella sjúklingum, tí tað er ikki vist at tey vita at tey eru smittað

Sveinur Tróndarson
27. oktober 2021 kl. 12:15

- Vit gera tað sum vit kunnu fyri at halda smittuna úti, men tá vit, ella tey sum koma inn her uttanífrá, ikki vita, at tey eru smittað, ber illa til hjá okkum at forða fyri, at smittan kemur inn á Landssjúkrahúsið – ella inn á hini sjúkrahúsini fyri tað.

Tað sigur Margit Stórá, varastjóri á Landsjúkrahúsinum, eftir at tað í gjár kom fram, at minst ein sjúklingur og 13 starvsfólk í sjúkrahúsverkinum, av teimum arbeiða níggju á Landssjúkrahúsinum, eru vorðin smittað við koronu.

Av teimum fimm, sum nú liggja á koronudeildini hjá Landssjúkrahúsinum, er minst ein, sum er vorðin smittaður eftir at viðkomandi er blivin innlagdur, og tað er sjálvandi harmiligt, sigur varastjórin.

Men, leggur hon afturat, tað er torført at forða fyri, tá støðan er sum hon er. Bæði tá tað snýr seg um atgongd hjá fólki til sjúkrahúsini og, ikki minst, tá tað snýr seg um, hvussu smittan uppførir seg beint nú.

- Tað er so øgiliga ymiskt, hvussu tey smittaðu hava tað. Summi merkja eitt sindur, og tey ansa sær sjálvandi, og tey sum gerast sjúkari, teimum hava vit sjálvandi ongan trupulleika við, tí tey koma ikki inn á sjúkrahúsini at vitja. Men so eru tað tey, sum ikki vita, at tey eru sjúk yvirhøvur. Tey ansa sær, sum vit onnur gera, men tað er ikki nóg mikið, tí tey smitta onnur, men tað kunnu tey ikki vita av sjálv, tá tey ikki vita av at tey eru sjúk og kanska ikki hava nakra orsøk til at lata seg kanna, sigur Margit Stórá.

Tá koronufarsóttin byrjaði av álvara, stongdi sjúkrahúsverkið atgongdina til øll sjúkrahúsini, so smittan ikki kom inn um sjúkrahúsgátt. Hetta sama varð gjørt á ellis- og røktarheimum kring landið, men tað fekk nógva mótstøðu av ymsum orsøkum.

Nú smittutalið av álvara er eksploderað og er tað hægsta nakrantíð kundi hugsast at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum aftur gjørdi av at nokta vitjandi atgongd, fyri at halda smittuni úti, men tað verður ikki gjørt.

Á heimasíðuni hjá sjúkrahúsunum verður heitt á avvarðandi hjá innløgdum sjúklingum á øllum trimum sjúkrahúsum at avmarka vitjan so vítt til ber, meðan smittutølini í landinum eru høg.

- Tað er ein avbjóðing, tá so nógv eru smittað, og sjúkan skikkar sær sum hon ger, tí fólk vita ikki av at tey eru sjúk. Tí fara tey inn á sjúkrahúsini, óvitandi um at tey smitta onnur, og avleiðingin av tí kann vera, at onkur sum er innlagdur verður smittaður, og at starvsfólk vera smittað sum nú. Tað er harmiligt, tí tað leggur óneyðugt trýst bæði á okkum og sjúklingarnar, sigur Margit Stórá.

Spurd, hvat Sjúkrahúsverkið kann gera, sigur hon, at ynskið avgjørt ikki er at skula stongja, men kemur tað har til, at tað verður neyðugt við serligum tiltøkum, so vera tey sett í verk.

- Vit fylgja sjálvandi støðuni alla tíðina, og beint nú eru vit ikki har, at tað er neyðugt at avmarka atgongdina hjá fólki til sjúkrahúsini. Og fyri at forða fyri, at tað kemur har til mæla vit eisini øllum til at ansa sær og at halda tilmælini, sum framvegis eru galdandi, sigur Margit Stórá.