Á burðardygdstiltaki í Runavík varð fyrr í dag kunngjørt, at føroyskar fyritøkur nú fáa ein nýggjan pall at samstarva um burðardygd. Nýggi pallurin eitur Varandi Vinna.
Endamálið við Varandi Vinnu er at savna fyritøkur úr ymiskum vinnugreinum og í ymiskum støddum í eitt netverk, sum kann styrkja møguleikarnar at finna ítøkiligar loysnir fyri burðardygga menning – bæði í egnum virksemi og í samfelagnum sum heild. Føroyskar fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingarnar á hesum øki, og tí kann tað vera sera gagnligt at hittast og umrøða burðardygd í einum føroyskum veruleika. Varandi Vinna verður røddin hjá vinnuni í burðardygga skiftinum, sum tryggjar góðar varandi karmar at virka í.
Allar fyritøkur kunnu vera við
Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag.
Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum og fyri at lofta ymiska tørvinum, verður netverkið skipað í tveimum:
Varandi Vinna, ið er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd
Varandi Vinna - innleiðsla, ið er fyri fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum
Fyritøkur seta sær felags krøv
Tær fyritøkur, ið gerast partur av Varandi Vinnu skulu:
seta sær bindandi mál um at minka útlát í vav 1 og 2 í tráð við París-sáttmálan
arbeiða við útláti í vav 3 og seta bindandi mál
gera árliga almenna frágreiðing um burðardygd (ESG-lyklatøl)
ovasta leiðsla skal luttaka á netverkfundum
Innleiðslunetverkið hevur eingi krøv, her er endamálið læring og kunning, soleiðis at fyritøkurnar í framtíðini kunnu flyta seg yvir í Varandi Vinnu.
Fyritøkur kunnu koma upp í netverkini leypandi gjøgnum árið. Hetta er eisini galdandi fyri fyritøkur, ið vilja flyta seg frá Varandi Vinna - innleiðsla til Varandi Vinnu.
Tað verða á leið fýra netverksfundir árliga, og harumframt verða aðrir aktivitetir. Eitt stýri við umboðum úr Varandi Vinnu og innleiðslunetverkinum stingur út í kortið tey evni, ið netverkini skulu arbeiða við ígjøgnum árið. Eitt árligt limagjald verður kravt fyri at fíggja virksemið.
Stýrið verður valt á stovnandi fundi í Vinnuhúsinum tann 24. septembur kl 14.
Allir limir eru vælkomnir á stovnandi fundin.