Var óansin og gjørdi skaða á fýra bilar
Eitt ferðsluóhapp var í Oyndafjørði í gjár
Áki Bertholdsen
24. juli 2024 kl. 09:00
Mitt í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Oyndafjørði. Har var eingin fólkaskaði, men talan var um stóran skrokkskaðar.
Løgreglan sigur, at tá ið ein bilførari skuldi parkera, var hann gáloysin og hálaði ikki hondbremsuna nóg væl upp.
Avleiðingin var, at bilurin fór á rull og hann hendi á tríggjar aðrar bilar, sum vóru fyri. Løgreglan sigur, at allir fýra bilarnir fingu skaða.