Á flogvøllinum í Vágum fer stórt jørðarbeiðið fram við parkeringsplássið og í tí sambandi verður eisini sprongt.
Og tá ið teir sprongdu seinnapartin í gjár, varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein stórur klettur frá spreingingini var endaður í túninum á einum virki, sum er á ídnaðarøkinum beint við, einar 150 metrar frá staðnum, har sprongt varð.
Løgreglan fór á staðið og tá staðfestu tey, at tað var ikki heilt so ógvusligt. Talan var nevniliga ikki um ein klett, men um eitt stykki av eini sprengimottu, sum var enda í túninum, Stykkið er umleið 20 ferðir 25 sentimetrar, men tað rakti ongan, og elvdi heldur ikki til nakran skaða.
Løgreglan veit ikki, hvat tað er, sum er hent, men Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um hendingina og so kanna tey, hvar er farið fram.
Ùrslitið av teirra kanningum verður so avgerðandi fyri, hvat hendir í málinum.