Vár í Víngarðinum

Eitt øðrvísi tak uppá føroyska náttúrumyndevnið, ið hevur við sær, at dentur verður lagdur á partvíst huglag, men eisini á tað prentlistarliga. Soleiðis kunnu vit í stuttum samanfata verkið hjá Fríðu Matras Brekku, sum fríggjadagin 26.mars klokkan 16-18 letur upp serframsýning í Víngarðinum í Havn

Tíðindaskriv
25. mars 2021 kl. 20:30

Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt, skrásetandi og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.

Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.

Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít við einum kopieraðum kvaliteti, sum er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga.

Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum eru fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.