Vár hevur í dag vunnið gull í HM
Føroyska Vár G. Hansen vann í dag gull á 500 metra teininum í HM kappingini, sum er í Prag
Jóannes Hansen
23. februar 2024 kl. 21:03
Føroyar hava í dag vunnið HM gull í rógving.
Tað er Vár Guriardóttir Hansen, sum í dag var fyrst á mál, tá ið tað varð kappast á 500 metra teininum í innirógving. HM kappingin er í dag og í morgin í kekkiska høvuðsstaðnum Prag.
Tíðin hjá Vár var 1:29.4, sum er besta tíðin hjá henni nakrantíð á hesum teininum.
Vár G. Hansen venur og kappast í Danmark, og í HM kappingini umboðar hon Danmark.
Hon kappast í bólkinum 21 – 22 ár, og hon var meiri enn tvey sekund undan tí næstu, sum var Sara Zafer úr Egyptalandi.
Serliga var tað á síðstu 200 metrunum, at Vár av álvara legði sjógv millum seg og hinar rógvararnar.