VAR 19 ÁR, TÁ EG FYRSTU FERÐ VAR Á ÓLAVSØKU

- Vit høvdu okkara egnu varmakeldustevnu, sum var “okkara ólavsøka”, meðan “hin ólavsøkan” var nakað, sum vit bara hoyrdu um í útvarpinum, sigur Helgi Abrahamsen

Ragnar Sjúrðarson
27. juli 2024 kl. 21:45

Samrøða við Helga Abrahamsen úr seinasta blaðnum hjá Dimmalætting, ið fæst til keyps í handlunum:

Sum barn var eg ongantíð á ólavsøku. Eg vaks upp í Fuglafirði, sum tá í tíðini var rættiliga langt frá Havnini og ólavsøkuni. Vit høvdu okkara egnu varmakeldustevnu, sum var “okkara ólavsøka”, meðan “hin ólavsøkan” var nakað, sum vit bara hoyrdu um í útvarpinum.

Eg minnist eisini, at tá eg sum vaksin arbeiddi á flakavirkinum í summarferiuni, tá vóru ólavsøkudagarnir vanligir arbeiðsdagar har. Onkur fekk sær frí fyri at fara á ólavsøku, men hjá teimum flestu vóru hetta vanligir arbeiðsdagar.

Tá eg var 19 ár, kom ein vinmaður og spurdi meg, um vit skuldu fara ein túr á ólavsøku. Tað hevði eg ikki roynt áður, so vit fóru avstað. Tað var mín fyrsta ólavsøka. Tað var ein stuttlig ferð - kanska serliga tí at alt var nýtt fyri mær.

Tvey ár seinni og nøkur ár eftir tað arbeiddi eg á Sjómansheiminum í Havn á ólavsøku. Tað var eitt heilt annað upplivilsi av ólavsøkuni. Eitt var, at vit høvdu nógv at gera, tí sera nógv fólk komu inn á gólvið, men skilið á hesum fólkunum var ikki altíð tað besta. Serliga minnist eg skilið (ella óskilið) um morgnarnar, tá hurðarnar vórðu latnar upp, og fólk, sum høvdu gingið í býnum alla náttina, vildu hava okkurt at eta, áðrenn tey fóru válandi heim at leggja seg. Summi vóru glað, onnur óð og onkur sovnaði við borðið. Tað var mangan strævið.

Síðani eg bleiv løgtingsmaður hevur skrúðgongan havt sítt fasta pláss. Sjálvandi var tað meira spennandi fyrstu ferð, enn tað er nú, men kortini haldi eg altíð, at tað er ein hátíðarlig løta.

Eysturoyartunnilin hevur gjørt, at eg nú búgvi bara eitt kvarter frá ólavsøkuni, so ólavsøkan hjá mær fylgir veðrinum. Er veðrið gott, so er stuttligt at fara ein túr til Havnar, men um tað regnar, so verði eg heima. Tað einasta, sum liggur fast, er skrúðgongan, gudstænastan og tingfundurin.