Vápnahvíld er í morgun komin í lag millum stríðandi partarnar í Gaza geiranum og í Ísrael.
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas byrjaði tíðliga í morgun og er fyrsta vápnahvíld, síðan ófriðurin á hesum sinni brast á fyri 11 døgum síðani.
Mett verður, at fleiri enn 250 fólk hava latið lív higartil – nógv tey flestu palestinar.
Ófriðurin brast á 10. mei, tá tað kom til samanbrestir millum muslimar og jødar í á Tempulfjallinum í Jerusalem, ið er heilagt fyri bæði muslimar og jødar.
Hamas kravdi, at ísraelar tóku seg aftur frá Tempulfjallinum og fór undir at skjóta rakettir inn í Ísrael úr Gaza. Ísrael svaraði aftur við loftálopum á fleiri støð í Gaza, og sambært heilsumyndugleikunum í Gaza hava loftálopini kravt 243 mannalív har.
Heilsumyndugleikarnir í Ísrael hava boðað frá, at 12 fólk hava latið lív av Hamas rakettum. Talið á deyðum í Ísrael verður avmarkað av framkomna rakettskjøldrinum, Iron Dome, ella jarnnhválvið, ið skjýtur niður rakettir úr luftini. Ísraelski herurin vil vera við, at fleiri enn 4,300 rakettir eru skotnar inn í Ísrael úr Gaza.
Eftir at vápnahvíldin varð lýst, tysjaðu palestinar út í gøturnar í Gaza at hátíðarhalda vápnahvíldina.
Joe Biden, forseti í USA, sigur, at vápnahvíldin er eitt høvið til framgongd, men báðir partar hava lýst støðuna sum ein sigur til sín sjálvs, og ivasamt er, hvussu leingi friðurin fer at halda.
Basem Naim frá altjóðaráðnum í Hamas sigur við BBC, at hann er ivasamur um vápnahvíldina, so leingi palestinar eru fyri órættvísi, og so leingi ísraelskur ágangur og ísraelsk brotsverk sleppa at halda fram.