Fyrr í kvøld fóru altjóða miðlar at boða frá, at semja er ímillum Ísrael og Hamas um eina vápnahvíld.
Vápnahvíldin kemur í gildi sunnudagin og er galdandi í seks vikur. Men í næstum skulu samráðingar vera um at leingja vápnahvíldina við tí endamáli at fáa allar gíslarnar leyslætnar, og at fáa varandi frið í lag.
Eftir avtaluni skal ísraelska hermegin - stigvíst, taka seg aftur úr høvuðspartinum í Gaza og 600 lastbilar við neyðhjálp skulu sleppa inn í Gaza - um dagin ímeðan vápnahvíldin er í gildi.
Hamas skal lata 33 gíslar leysar, millum annað kvinnur og børn, og allar menn yvir 50. Ímillum gíslarnar, sum verða leyslætnir, eru eisini teir amerikansku gíslarnir.
Ísrael skal lata 30 fangar leysar fyri hvønn gísla, sum verður leyslatin og Ísrael skal lata allar kvinnur og øll mannfólk undir 19 ár.
Nú eru stjórnarleiðarar spentir upp á, hvussu hesir dagarnir fara at ganga fram til sunnudagin, serliga um annar parturin fer at taka nøkur stig, sum kann sabotera vápnahvíldina.