Væntar at selja koronavørur fyri 352 milliardir í ár

Í ársroknskapinum fyri 2021 skrivar heilivágsfyritøkan Pfizer, at hon væntar at selja koppingarevni fyri 32 milliardir dollarar og koronabollar fyri 22 milliardir dollarar

Leif Láadal
9. februar 2022 kl. 07:50

Tær heilivágsfyritøkur, sum eru blivar góðkendar at lata koppingarevnir fyri korona - og nú eisini koronabollar, sum skulu brúkast í viðgerðini ímóti korona - hava vunnið nógvan pening seinastu tíðina.

Og inntøkurnar síggja ikki út til at steðga í bræði. Tíðindastovan Ritzau skrivar, at sambært ársroknskapinum hjá Pfizer, metir fyritøkan, at sølan av koppingarevnum fer at vera 32 milliardir dollarar í 2022, meðan sølan av teimum nýggju koronabollunum fer at liggja um 22 milliardir dollarar. Í okkara peningi er talan um samlað 352 milliardir krónur.

Koronabollin hjá Pfizer bleiv sum tann fyrsti bolli av hesum slagi, góðtikin til viðgerð í ES-londum fyri nøkrum vikum síðani. Fyribilskanningar av bollanum vísa, at hann kann minka um álvarsligar fylgjur av korona hjá serliga útsettum fólki við upp til 90 prosent – fylgjur, so sum innleggingar á sjúkahúsi og deyða.

Bollin verður óivað at síggja í Føroyum eisini, tí danska stjórnin hevur boðað frá, at hon fyribils hevur bílagt fyri 400 milliónir krónur av Pfizer-bollanum. Skipanin við koppingarevnum hevur higartil verið tann, at umleið eitt prosent av teimum skamtum, sum Danmark keypir, verða sendir til Føroyar – eins og Grønland eisini hevur fingið á leið eitt prosent.