Júst nú er tíðindafundur í Íslandi, har greitt verður frá, at tað kann fara at goysa um ikki so leingi. Fylgisveinamyndir vísa, at jarðarskorpan flytur seg og tað kann vera boð um at meira magma er í økinum.
Víðir Reynisson, løgregluovasti í borgaraverndini, sigur, at økta virksemi undir jørð á Reykjanes hálvoynni nú nærkast gosfjøllunum Keilir og Fagradalsfjall, og at tað nokk fer at goysa har skjótt.
- Hetta merkir, at vit mugu fyrireika okkum uppá, at tað fer at goysa har skjótt, sigur løgregluovastin á tíðindafundi, ið verður hildin júst nú.
Sambært serfrøðingunum, so verður talan ikki um stórt eldgos.
Tað búgva ikki nógv fólk á leiðini, har eldgosið er væntandi. Einasta bygdin á leiðini er Vogar, har fyrireikandi tilbúgving er sett í verk.
Tað ber til at fylgja beinleiðis við her.